Týsdagur 08-11-11

November 28, 2011
Býurin gekk væl, og bleiv næstan liðugur. Vit fingu ikki gjørt so nógv við robottuppgávuna, tí robotturin næstan var tómur við battaríði. Av tí, valdu vit at trena Ástøði uppgávuna, og gera hana betri. Og tað riggaði ;)

 

Mánadagur 07-11-11

November 28, 2011
Robttuppgávan var ikki liðug, so vit gjørdu hana NÆSTAN lidna. Fingu annars allir at vita hvør skal siga hvat í Ástøði uppgávuni :) Býurin gekk skjótt, men bleiv állíkavæl ikki liðugur.

 

Sunnudagur 06-11-11

November 28, 2011
Vit programmeraðu eitt sindur, men so bleiv robtturin tómur við battarí. So vit valdu at hyggja eitt sindur uppá Ástøði uppgávuna.

 

Leygardagur 05-11-11

November 28, 2011
Gjørdu eitt Step 5, til at koyra lastina inn, og at enda við eystara veggin. Brúktu nógva tíð uppá býin, men hann bleiv állíkavæl ikki liðugur. Rógvi kom kl. 12:30, Bárður kl. 14:00, Ari og John kl. 15:00 og Petur Sjúrður kl. 17:00. Allir uttan Petur Sjúrður vóru lidnir kl. 22:00.

 

Fríggjadagur 04-11-11

November 28, 2011
Gekk nokkso illa. Vit royndu at rætta Step 4, men vit fingu tað ikki í ordan. Vit avgjørdu at lata vera við at gera lastina, tí tað var hon sum ongantíð riggaði. Men Step 2 og 3 fingu vit 100% liðug. Gekk heldur ikki so væl við býinum. Næstan einki bleiv gjørt.

 

Mikudagur 02-11-11

November 28, 2011
Ingvard skal hjálpa okkum við at gera eina plátu til at hava undir býinum. Fingu enduliga lastbilin uppá pláss, so nú er alt liðugt á robottbananum. Fingu allir ein part av ástøði uppgávuni við heim at trena. Gekk fínt við býnum, tí allir máttu hjálpa til. Har var einki battarí eftir á robottinum, so vit it fingu jú einki gjørt við honum.
 

Týsdagur 01-11-11

November 28, 2011
Fingu enduliga endan á Step 4 lidnan. Nú manglar bara lastin. Hendi nokkso lítið í býnum, men Bárður fekk skipið at koyra aftur og fram.
 
 

Mánadagur 31-10-11

November 28, 2011
Rógvi kom við video'inum frá tá vit vóru í Lamba, tað var gott, men onki riggaði við robottuppgávuni. Vit fingu slett ikki Step 4 liðugt :( Men vit fingu Power Point'i 100% liðugt :)

 

Leygardagur 29-10-11

November 28, 2011
Blivu næstan lidnir við Step 4. Gekk annars væl við býinum.

 

Fríggjadagur 28-10-11

November 28, 2011
Vóru í Lamba og tóku rabarbur upp. Tað gekk væl og vit fingu tikið alt upp sum vit skuldu (bæði rabarbur og video ;). Aftaná fóru vit ein túr í skúlan, skiftu motorar, programmeraðu og bygdu býin.

 

Recent Posts